Klæmint, Sonhard og Effo-drongurin tilnevndir

Í kvøld verður ein Planet heiðursløn fyri fyrstu ferð latin til ársins føroysku YouTube video. Tríggir kendir mans eru tilnevndir til heiðurslønina í ár. Fyri fyrstu ferð verður ein Planet heiðursløn latin til bestu føroysku YouTube video. Hesin nýggi miðilin hevur fingið fólk kring landið at gera upptøkur, seta smáar filmar saman og leggja teir á YouTube.

 

Tríggir føroyskir YouTube filmar eru tilnevndir til Planet heiðursløn í ár.

 

Teir eru Klæmint Klakk, sum syngur um Smørið, Sonhard Mariuhønan og Effo-drongurin í Sørvági.

 

Á Planet tiltakinum, sum verður í Deep íkvøld kl 21.00, verður avdúkað, hvør vinnur heiðurslønina