Klæmint: Ringast hugsandi lutakastið

(Rás2) Liðskiparin hjá NSÍ gleðir seg ikki nakað serligt til enn ein túr til Hvítarusslands annað árið á rað

NSÍ fær eina risa avbjóðing, tá teir skulu spæla móti hvítarussiska stórfelagnum Dinamo Minsk. Eins og hjá B36 spæla teir fyrra dystin á útivølli. Dinamo Minsk er eitt gamalt evropisk stórfelag og uttan iva sterkasta mótstøðuliðið, sum NSÍ kundi fáa.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna André Olsen hevði við Klæmint A. Olsen, liðskipara hjá NSÍ í Champions League/Europa League sendingini, sum var á Rás2 fyrr í dag.

 

Liðskiparin hjá NSÍ staðfestir, at talan er um ringast hugsandi lutakastið, og hann ásannar, at talan verður um eina sera torføra uppgávu, ikki minst á útivølli. NSÍ spældi ímóti hvítarussiska liðnum, Shakhtyor Soligorsk í fjør, har tað samlað bleiv talan um eitt samlað 0-7 tap.