Klæmint og Hanus komu, sóu og sigraðu

Skálamenn bjóðaðu av frammarlaga á vøllinum, men sum tíðin leið, gekk orkan undan, og so vann B36 2-0

Tríggir nýggir vóru millum teir fyrstu ellivu hjá B36, sum leygardagin hevði vitjan av Skála. Ein av teimum var Alex Mellemgaard, sum áður hevur spælt í AB. Hann var vongverji í vinstru, meðan Símun Joensen, sum hevur røkt henda leiklutin síðstu árini, var verjukendur mið­vallari undir liðini á Róaldi Jakobsen.
Hinir báðir nýggju menn­inir vóru Klæmint Matras, sum var miðverji, og Hanus Thorleifsson. At siga, at teir báðir eru nýggir í B36 er ikki rætt. Klæmint verð­ur nevndur Mr. B36, og Hanus, sum er uppvaksin á Skála, hevur áður verið í árstals­felagnum.
Teir báðir – Hanus og Klæmint – komu, sóu og sigraðu. Ein stórur hálvur tími var farin, tá ið skála­mað­urin í B36 skoraði fyrra málið. Vongverjin í høgru, Høgni Eysturoy, legði inn­fyri, og undir málinum stýrdi Hanus Thorleifsson við krúll­inum bóltin í málið aftan­fyri Suna Ernstsson.
Henda støðan helt sær í ein hálvan tíma. So var Klæmint Matras upp á spæl. Eftir horna og út frá aftur sendi Lukasz Cieslewicz flatt innfyri, og Klæmint Matras smekkaði bóltin upp undir tvørtræið og í málið!
Skálamenn vildu fegnir, og teir arbeiddu hart, men sum tíðin leið, var tað týðu­ligt, at teir ikki megnaðu at fylgja við, og at tað eisini eftir hesa vitjanina í Gunda­dali verður bíðað eftir fyrsta sigrinum ímóti B36 á útivølli.
– Vit mugu ásanna, at B36 hevði tak á tí. Í 1. hálvleiki var tað á einari leið hjá okk­um, men so møddust vit. Ferðin er hægri, enn hon er í næstbestu deildini, og tað skulu vit venja okkum við, og so mugu vit bara staðfesta, at tað telur at eiga royndirnar. Tær eigur B36, meðan vit mugu spæla okkum til tær, staðfesti Teitur R. Joensen, Skála liðformaðurin, sum var annar av miðverjunum.
Hvat var ætlanin hjá tykkum?
– Í fjør eydnaðist tað væl hjá okkum at vera frammar­laga á vøllinum og at vera tættir. Vit trívast best, tá ið tað eru vit, sum hava bóltin. Tað eydnaðist ikki so væl hesa ferð. Eg rokni ikki við, at vit beinanvegin fara at broyta spælskipan, men um tað fer at vísa seg so torført, sum tað var hesa ferð, so rokni eg við, at spurningurin verður vendur, sigur Skála miðverjin.
Brian Jacobsen var einsa­mallur á toppinum. Á sentrala miðvøllinum ar­beiddu Pætur Dam Jacobsen og Andras Frederiksberg nógv, men tað eydnaðist ongan­tíð at seta trýst á B36 verjuna og Tórð Thomsen í málinum.
B36 veteranurin Jákup á Borg var sum vera man væl nøgdur:
– Hugburðurin var góður, allir arbeiddu væl, og tað eydn­aðist væl at bróta ígjøgn­um í síðunum soleiðis, sum vit høvdu ætlað. Upp­leggið var eisini at pressa teir frammarlaga, og tað gekk eisini væl. Tórður hevði einki at gera, og tað var hugaligt, at Hanus og Klæmint skoraðu. Hetta var ein góð byrjan, og um vit varðveita fólkið og sleppa undan leikbannum og skaðum, so kunnu vit vera við í kappingini um plássini í Europa, heldur Jákup á Borg.