– Tað var ein øgiliga góð kensla at hava skotið fýra mál í hesum dystinum ímóti KÍ, sum var tann fyrsti á nýggja vøllinum hjá okkum. Men vit skuldu fyrst og fremst hava trý stig, og tað fingu vit, sigur Klæmint A. Olsen, sum átti øll fýra málini í 4-2 sigrinum, og nú tilsamans hevur skotið 62 mál í bestu deildini síðani 2009.
– Eg havi ongantíð skorað fýra mál fyrr í bestu deildini, so tað var eitt sindur serligt. Onkuntíð havi eg skotið trý mál í einum dysti, men ikki ofta. Tað var eisini eitt sindur løgið, at tað skuldi blíva til fýra mál í dag, tí eg hevði kanska einar fimm kjansir tilsamans.
Talan var um ein dyst, har heimaliðið legði bragdliga fyri og longu í sjeynda minutti fekk fyrsta málið, tá Jónhard Frederiksberg fekk spælt Klæmint nokk so frían, so hann kundi temja og trilla bóltin millum beinini á upppassaranum, áðrenn hann við vinstra fóti sendi bóltin í mál.
Hetta var ein frálík byrjan hjá heimaliðnum á nýggja graslíkinum, ið menn bara hava havt eina viku til at venja seg við, men tað vísti seg tó, at klaksvíkingar skjótt komu eftir, hvussu teir skuldu fáa sum frægast burturúr, tí ikki vóru meira enn einir tíggju minuttir farnir, so koppaði dysturin yvir til gestirnar.
Tøgn í steðginum
Mitt í fyrra hálvleiki gav tað eisini úrslit fyri KÍ, tá Hjalgrím Elttør við einum góðum langskoti smekkaði bóltin í mál til 1-1. Og bara seks minuttir seinni kom Álvur F. Christiansen ímillum, tá NSÍ-ararnir spældu tvørturum, og so kundi hann serverað bóltin fyri føturnar á Páll A. Klettskarð, so KÍ nú var á odda.
Beint fyri steðgin økti KÍ um leiðsluna, tá Ísak Simonsen við einum hegnisligum frísparksmálið gjørdi tað til 3-1, so nú skuldu góð líkindi verið hjá klaksvíkingum at vunnið sín fyrsta dyst síðani 28. apríl!
– Vit vistu allir av, at fyrri hálvleikur hevði ikki verið í lagi. Tað byrjaði væl og vit pressaðu teir høgt, so vit komu til góðar støður, men so steðgaði tað bara púrasta upp hjá okkum. Í hálvleikinum var púra kvirt í umklæðingarrúminum og eg haldi, at eingin segði nakað, tí vit vistu, hvussu vorðið var. Heldur ikki fingu vit av grovfílini frá venjaranum, sigur Klæmint A. Olsen.
– Soleiðis sum seinni hálvleikur háttaði seg, bleiv hetta ein øgiliga løgin dystur, tí allan seinna hálvleik høvdu vit eitt langt álop, og teir høvdu kanska ein møguleika. Tað var undarligt, at so stórur munur skuldi vera á, men líka so uppiborið sum tað var, at KÍ var á odda í hálvleikinum, líka so uppiborið var tað eisini, at vit vunnu dystin, tí allur seinni hálvleikur var bara eitt stórt NSÍ-álop.
At síggja til, var tað kanska nokk so løgið, at dysturin skuldi kúvenda eftir steðgin, og serliga mundi hetta kennast heldur gandakent hjá gestunum, sum hava spælt fleiri dystir, har teir hava verið á odda í hálvleikinum, men allíkavæl hava mist øll stigini ella í øllum førum tvey. KÍ sær snøgt sagt ikki út til mentalt at makta tveir hálvleikir, og í øllum førum røkka evnini ikki til at binda fyri, meðan tíð enn er til tað.
NSÍ heldur fram
NSÍ er hinvegin saman við B36 formsterkasta liðið í bestu deildini í løtuni, meðan KÍ er tað formveikasta av øllum, so dysturin við Løkin í gjár fortaldi kanska eisini eitt sindur um, hvussu týðandi tað er at hava undanbrekku og sjálvsálit. Og hetta síðsta gjørdi seg ikki minst galdandi fyri ferfalda málskjúttan hjá teimum gulu:
– Nú hevur tað ikki koyrt so øgiliga væl stórar partar av hesum árinum, og eg veit ikki sjálvur, hví so hevur verið. Tað ræður allíkavæl bara um at vera tolin og ikki at missa mótið, men at trúgva upp á seg sjálvan, tí tá málini koma aftur, gevur tað eisini meira sjálvsálit, sigur Klæmint A. Olsen.
Tolinum fekk hann brúk fyri í gjár, tí tað vóru næstan 20 minuttir millum hvørt av teimum trimum málunum, ið tryggjaðu NSÍ 4-3 sigurin og góvu eitt ekta »hat-trick«. Málini blivu skorað úr næstan sama stað, tvey við høvdinum og eitt við einum hálvum saksasparki. Og hóast dómarin legði seks minuttir aftrat, kom ongantíð nakað svar frá KÍ, sum tí framvegis stríðist fyri lívinum.
– Tað hevði stóran týdning fyri okkum at vinna, tí vit hava tríggjar dystir hesa vikuna, so vit mikudagin spæla úti ímóti EB/Streymi og aftur um vikuskiftið úti ímóti TB. Vit fara eftir bronsuni, og skulu vit náa hana, mugu vit hava trý stig hvørja ferð, sigur NSÍ-liðformaðurin.










