Klæmint Jensen á Hellunum var maðurin, sum í Gekka-spælinum í kvøld fekk fulla plátu, slapp ígjøgnum og slapp at snara gekka-hjólinum.
Høvuðsvinningurin var á 1,6 miljónir krónur, og hellumaðurin valdi at deila upphæddina í teir tríggjar leyparnar við 550.000 krónum í hvørjum leypi.
Í fyrstu royndini steðgaði hjólið á 10.000 krónum, har bert eitt tal - ella rúm - var til gula leypin við 550.000 krónum í. Men, Klæmint Jensen bant um heilan fingur.
Tær 10.000 krónurnar verða í fyrstu royndini faldaðar við fimm, og soleiðis stóð hellumaðurin nú við 50.000 skattafríum krónum í hondini.
- Eg haldi, eg steðgi her, vóru orðini hjá Klæminti Jensen. Hann var nøgdur við góða vinningin í fyrstu royndini, takkaði fyri og valdi ikki at halda fram.
##med2##