Klæmint: Hetta var vánaligt av okkum

(Rás2) Liðskiparin hjá NSÍ sparir ikki uppá sjálvkritikkin aftaná 3-4 tapið ímóti Skála á heimavølli

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna Rás2 hevði við liðskiparan hjá NSÍ, Klæmint A. Olsen aftaná Klæmint og liðfelagarnir høvdu tapt 3-4 ímóti Skála við Løkin í Runavík. Eitt skiftið í fyrra hálvleiki var NSÍ á odda 3-1.

 

Klæmint A. Olsen er sera sjálvatfinningarsamur um avrikið hjá sær og liðfeløgunum, og heldur, at talan var um eitt sera vánaligt avrik hjá NSÍ. Sjálvt ikki fyrstu 25 minuttirnar, tá NSÍ var á odda 3-1 heldur Klæmint A. Olsen, at talan var um eitt nóg sannførandi avrik.

 

Nú ætla runavíkingar sær til Trongisvágs at fáa fulla úrtøku ímóti TB/FCS/Royn. Sambært liðskiparanum hjá NSÍ skal tað ikki koma fyri aftur, at NSÍ leggur eitt so vánaligt avrik fyri dagin.