Klæmint: Ófatuligt at vit ikki vinna

(Frá Rás2) Liðskiparin hjá NSÍ er ørkymlaður um, at NSÍ ikki fekk fulla úrtøku ímóti EB/Streymi í dag

- Tað er ófatuligt, at vit spæla javnt ímóti EB/Streymi í dag. Teir hava ein málmøguleika, og hann fer í mál. Hetta staðfestir ein ørkymlaður liðskipari hjá NSÍ, Klæmint Olsen aftaná javnleik 1-1 ímóti EB/Streymi við Løkin i Runavík í dag.

 

Klæmint Olsen heldur, at NSÍ hevði nóg mikið av spæli og møguleikum til at tryggja sær øll stigini ímóti EB/Streymi, sum hann heldur lógu ræðuliga djúpt á vøllinum í dag.

 

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var við Klæmint Olsen í sendingini "Triði Hálvleikur" á Rás2.