Klæmint er einasti málskjútti

ÍF hevur verið tætt við fleiri ferðir, uttan at tað er eydnast at fáa bóltin í netið

Teir eru farnir at hvíla seg í Runavík, har ÍF er gestur. Upprunaliga skuldi dysturin vera í Fløtugerði í Fuglafirði, men kavin bar við sær, at dysturin varð fluttur til Runavíkar.

Í fyrra hálvleiki hevur tað gingið rættiliga javnt fyri seg. Tað hava verið spentar støður í báðum endum, men tað er bara NSÍ, sum hevur skorað mál.

Klæmint A. Olsen umsetti miðskeiðis í fyrra hálvleiki brotsspark til mál. Dómarin bríkslaði fyri brotssparki, tá ið bólturin varð sparkaður í armin á einum av ÍF spælarunum.

ÍF hevur í fyrra hálvleiki havt sjey hornaspør, meðan NSÍ hevur havt fýra hornaspørk.

 

NSÍ – ÍF (1-0)

1-0: Klæmint A. Olsen br 26

Dómari: Rúni Olsen

NSÍ: Tórður Thomsen – Jóhan Troest Davidsen, Oddur Á. Højgaard, Rógvi Egilstoft,

Pætur Hentze – Mikkel Elbæk Jakobsen, Jacob Trenskow, Betuel Hansen, Aron Knudsen – Petur Knudsen, Klæmint A. Olsen

ÍF: Jákup Nolsøe Olsen – Steinbjørn Olsen, Jens Joensen, Jan Ó. Ellingsgaard – Hans Jákup Lervig, Karl Løkin, Bogi Reinert Petersen, Sámal Joensen, Gundur E. Petersen – Filip Djordjevic, Uros Stojanov