Klokkan 18 verður fyrsta bríksl á Skála, har NSÍ er gestur.
Skálamenn eru so væl fyri, sum tað ber teimum til.
Andri Benjaminsen er ikki á listanum. Tað kemst av, at hann er fluttur av Skála og aftur til NSÍ, sum hann var útleigaður frá.
Tað var iva um Ari Olsen fór at verða førur fyri at spæla. Hann er millum teir fyrstu ellivu hjá Skála.
NSÍ er darvað av, at fleiri, sum plaga at vera millum teir fyrstu ellivu, ikki eru tøkir ídag.
Stuðulsspælararnir, sum eru leikbannaður, eru Jóhan Troest Davidsen, Einar Tróndargjógv og Pól Jóhannus Justinussen.
Jens Joensen er tøkur aftur eftir leikbann. Klæmint A. Olsen hevur ikki verið við í hálvanannan mánað. Hann breyt armin í heimadystinum ímóti B36 sætta mai. Í kvøld er hann á NSÍ beinkinum.
Tað var fyrr í vikuni ivi um, um Betuel Hansen fór at vera førur fyri at spæla. Hann er millum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ.
Bæði Bárður J. Hansen og Pætur Hentze eru millum teir fyrstu ellivu hjá NSÍ. Tað verður roknað við, at Pætur verður vongverji í vinstru.
Skála – NSÍ kl. 18.00
Dómari: Petur Reinert
Skála: Karstin Hannsen – Ari Olsen, Ahmed Mujdragic, Jákup Jakobsen, Teitur R. Joensen – Pætur Dam Jacobsen, Niels Pauli Danielsen, Ólavur Mikkelsen – Edvin Jakobsen, Brian Jakobsen, Heðin Klakstein
NSÍ: Tórður Thomsen – Bárður J. Hansen, Jens Joensen, Per Langgaard, Pætur Hentze - Fróði Benjaminsen, Betuel Hansen – Árni Frederiksberg, Petur Knudsen, Jann Benjaminsen – Øssur Dalbúð










