Klæmint er aftur ársins áleypari

Enn einaferð er Klæmint Andrasson Olsen hjá NSÍ kosin til besta áleypara í Effodeildini

Málslúkurin hjá NSÍ, altíð vandamikli Klæmint Andrasson Olsen, er júst blivin kosin til ársins áleypara í Effodeildini - enn einaferð. Í kappingarárinum 2016 bleiv Klæmint A. Olsen toppskjútti í Effodeildini fjórða árið á rað, og harvið er onki óvæntað í, at júst rituvíkingurin er blivin valdur til ársins áleypara í ár.

 

Klæmint A. Olsen vann heiðurin frammanyri Páll Klettskarð hjá KÍ og Andreas Lava Olsen hjá Víkingi.

 

Í 2016 bleiv Klæmint A. Olsen aftur toppskjútti í Effodeildini, har hann skoraði 23 mál. Seinastu fýra kappingarárini hevur Klæmint A. Olsen ikki skorað minni enn 87 mál í Effodeildini!