Klæmint: Eg fekk ov lítla ferð á bóltin

(FM1) Innskifti Klæmint A. Olsen iðrar seg um, at hann ikki tók av málmøguleikanum hann fekk ímóti dystarenda

Klæmint A. Olsen kom á vøllin fyri Jóan Símun Edmundsson tá seinni hálvleikur var hálvrunnin ímóti Kosovo.

 

Søguligi toppskjúttin í besti føroysku fótbóltsdeildini stríddist sera væl, og í 87. minutti fekk hann ein góðan møguleika at leggja Føroyar á odda 2-1.

 

- Eg rakti bóltin ov høgt, og eg fekk ov lítla ferð á bóltin, sigur Klæmint A. Olsen, og iðrar seg um, at hann ikki fekk meira burturúr støðuni.

 

Klæmint A. Olsen var glaður fyri at fáa meir enn eitt korter á vøllinum. Hann heldur, at ofta krevur tað eitt korter at koma veruliga inn í ein dyst, og hann er glaður fyri, at hann fekk tann møguleikan.

 

TRÝST á PÍLIN undir SAVNSMYNDINI, og hoyr samrøðuna Tróndur Arge gjørdi við Klæmint A. Olsen í "Mixed Zone" økinum, ið er í B36-húsinum meðan umvælingin á Tórsvølli fer fram.