SEV og sólorka
Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina viðmerking frá stjóranum í SEV, Klæmint Weihe, til úttalilsini hjá Kára Thomsen um, at SEV vildi hava Kára burtur úr verkætlanini í Vestmanna.
Stjórin í SEV er burturstaddur í summarfrí.
Vit royndu eisini at fáa fatur á John P. Danielsen hjá SEV, men tað eydnaðist heldur ikki fyri evsta mark hjá blaðnum.
John var ikki at hitta, tá ið vit tosaðu við SEV stutt fyri middag í gjár.
-v.