Klæmint A. Olsen: Málið var mítt

Toppskjúttin í Effodeildini, Klæmint A. Olsen, metir tað vera rætt, at Rúni Gaardbo hevur givið honum 1-0-málið á Skála.

Klæmint A. Olsen, sum skeyt 1-0-málið hjá NSÍ á Skála, men í fyrstu syftu ikki varð skrásettur sum málskjútti, greiðir okkum soleiðis frá støðuni.
- Andy Olsen kemur ígjøgnum í høgru síðu og leggur síðani bóltin tvørturum málið, er eg komi skreiðandi og sparki bóltin í málið umvegis málmannin – nakað, sum ein sær dag og dagliga í fótbólti kring heimin. Mín fatan er beinanvegin, at eg hevði skorað og samstundis eisini skrásettur fyri málið, men tað helt dómarin ikki í fyrstu syftu og skrásetti málmannin hjá Skála fyri at havag gjørt sjálvmál, sigur Klæmint.
Hann metir tað vera rætt, at dómarin, Rúni Gaardbo, nú hevur broytt avgerðina og skrásett Klæmint sum málskjútta.
- Eftir at hava hugt eftir málinum fleiri ferðir, haldi eg framvegis, at eg skal skrásetast fyri málið. Málmaðurin hevur ongantíð tamarhald á støðuni og veit ikki ordiliga hvar bólturin er staddur. Eisini haldi eg, at tá ið bólturin er á veg inn í málið umvegis málmannin, so skal áleyparin skrásetast fyri málið. Støðan hevði sjálvandi verið in onnur, um óblturin hevði kós út av vøllinum, ella um málverjin hevði havt tamarhald á bóltinum áðrenn hann fór í málið. So høvdu vit kunna tosað um sjálvmál, men mín niðurstøða er, at áleyparin í hesum førum altíð skal skrásetast fyri málið, sigur Klæmint.