Hvussu er við tí fakliga kjakinum? Búskaparfrøðingurin var atfinningarsamur móti framløguni av Hvítubók. Afturfyri sýndi landstýrismaðurin í sjálvstýrismálum ein sera ódemokratiskan hugburð og almannakunngjørdi framløguprísin hjá hesum búskaparfrøðingi fyri øllum Føroyum ivaleyst fyri at royna at sáa iva um orsøkina til atfinningarnar. Løgið nokk, so segði Búskapar- og Løgfrøðingafelagið einki í hesum sambandi, hóast hettar var ein potentiellur limur innan teirra øki, ið varð hongdur út. Vit hava her á hesum stað fyrr ávarað móti einsrætting í almennu umsitingini, og tann vandin gerst bert størri við, at teir ið dittaðu sær at siga nakað annað, enn at tað var ein stórur heiður at verða við í ?tí søguliga? hvítabóksarbeiðnum, rýma úr umsitingini.
Tað er lítil ivi um, at búskaparparturin í Hvítubók væl kundi verið betri og meira eintýðugt skrivaður, eisini sæð í ljósinum av íslendsku útrokningunum, ið komu aftaná. Hóast hettar, so er eingin faklig viðmerking til góðskuna av búskaparpartinum í Hvítubók at síggja í eitt nú Nýrit, ið annars hevði verið eitt upplagt forum til fakligt kjak innan umsitingina. Eitt einsrættað arbeiðsumhvørvi, har sjálvstøðug meining ikki verður eggjað, dregur ikki úrmælingar.
Ein onnur fyritreyt fyri at draga úrmælingar til almennu umsitingina, og forða fyri at teir verða stygdir burtur er, at hesir frágreiða til fólk við royndum og góðum fakligum eginleikum. Eisini er týdningarmikið, at arbeiðsfelagaðar eru skikkaðir til sítt arbeiði við teimum pappírum, ið krevjast til eitt nú eitt fulltrúastarv. Tað hava verið dømi um, at fók hava sitið í deildarleiðarstarvi og enntá hava verið fyribils settir stjórar á stovnum við ongum ella júst fingnum pappírum. Eisini eru dømi, har fólk, ið ikki hava fingið síni kandidatpappírir hava skrivað stórar frágreiðingar, ið hava verið til aðalorðaskifti og vornar útgivnar sum bók. Hevði slíkt gingið nakra aðrastaðni enn í Føroyum? Hvat siga Aðalstjórar og Landstýrismenn? Hvat sigur Búskapar- og Løgfrøðingafelagið til hettar? Er slíkt ikki við til at skapa inflatión í starvsheitum og støði í almennu miðfyrisitingini?
Tað hevur verið frammi, at Norman Christensen bygnaðurin krevur so nógv fólk, at trupult er at finna skikkað fólk, og tískil mugu fólk takast inn beinleiðis av skúlabeinki til at gerast fulltrúar, deildarleiðarar o.s.fr. Um hettar er so, so kann bert staðfestast, at Norman Christensen bygnaðurin ikki passar til føroysk viðurskifti, tí fólkatalið er ov lítið. Farið átti at verið undir at skipa ein í vavi minni bygnað, so tað nálareyga, ið av røttum skuldi tryggjað støðið í miðfyrisitingini, verður til staðar. Starvsfólkapolitkkur vildi tá verið ein spurningur um at viga, velja og menna, heldur enn at royna at skava nóg nógv fólk saman til at fylla inn í nógvu organisatorusku kassarnar hjá Norman Christensen.