Eyðun Nolsøe hevur verið rættiliga í miðdeplinum í Prix Føroyar tónleikakappingini í ár. Hann hevur vunnið sær pláss í finaluni við góðum og væl spældum popptónleiki, men samstundis hevur hann verið ein av teimum, sum hevur staðið í skotmálunum hjá ávísum ummælarum og viðmerkjarum, sum halda, at onnur enn teir royndu tónleikararnir áttu at sloppið í Prix Føroyar finaluna.
? Eg eri kløkkur av tí harða tónanum, sum hevur verið í kjakinum um Prix Føroyar. Eg hevði ikki roknað við, at ein ávísur skarði av fólki fór at vera so negativur, sigur Eyðun Nolsøe.
? Tað er smakleyst, at hesi fólkini ikki kunnu virða, at onnur hava ein annan smak fyri tónleiki og skulu siga øllum, hvat er góður tónleikur, og hvat er vánaligur tónleikur. Tað er láturligt.
Áttu at sissa seg
Tað var serliga eftir hálvfinaluna í Suðoroy, at kjakið um tónleik og tónleikasmak blussaði upp á kjaktorgum og í miðlunum. Ávísir ummælarar vóru eirindaleysir móti teimum royndu tónleikarunum í kappingini og vildu hava yngri og meira progressivar kreftir fram.
? Tað er áhugavert, at tónleikur hevur fylt so nógv í miðlunum, og at øll hava eina meining um Prix Føroyar, men eg havi upplivað tað, sum at ein lítil bólkur av fólki hevur roynt at framt karaktermorð móti ávísum tónleikarum, sigur Eyðun Nolsøe.
? Tað er ringt at kappast um tónleik, og tað er eingin av bólkunum, sum hevur dømt seg sjálvan víðari, tí haldi eg, at mann átti sissa seg eitt sindur og havt ein meira hampuligan tóna mótvegis hvørjum øðrum.
Eyðun Nolsøe angrar tó ikki, at hann fór við í Prix Føroyar tónleikakappingina fyri fyrstu ferð í ár.
? Tað hevur verið sera stuttligt at verið við, og eg eri glaður fyri, at eg kom í finaluni, tí eg kendi meg als ikki vísan í, at eg yvirhøvur fór at koma víðari frá tí innleiðandi umfarinum, sigur hann.
Øðrvísi til stór tiltøk
Eyðun Nolsøe hevur fyrireikað seg væl til finaluna í Prixnum leygarkvøldið, og hann hevur skift eitt sindur út í programminum hjá sær.
? Vit hava skift onkran sang út og hava roynt at finna tað besta programmið til finaluna, sigur hann.
Eyðun Nolsøe heldur, at tað er øðrvísi at spæla, tá ið alt verður sent beinleiðis í útvarpi og sjónvarpi.
? Eg havi verið við til nøkur stór tiltøk, sum hava verið send í sjónvarpi áður, men tað er ikki nakað, sum eg eri vanur við, og tað er eitt sindur øðrvísi at spæla til eitt slíkt tiltak. Eg havi hug at blíva eitt sindur nervøs, men tað skal nokk ganga.
? Eg havi stórar forvæntningar til tiltakið leygarkvøldið. Tað er eitt stórt og spennandi tiltak, og tað er stuttligt, at føroyskur tónleikur nú hevur fingið sínar virðislønir, sigur Eyðun Nolsøe.