Kløkkur av samanlegging

- Tað kom púra óvart á okkum, ið varða av almannamálum í Løgtinginum, at Nærverkið og Almannastovan skulu leggja saman. Tað sigur Hans Pauli Strøm, løgtingsmaður, sum hevur sett Rósu Samuelsen, landsstýriskvinnu, fyrispurning um málið.

- Hvat er grundarlagið undir avgerðini at leggja Almannastovuna og Nærverkið saman?

Soleiðs ljóðar fyrispurningurin hjá Hans Paula Strøm. Hann vísir á, at Rósa Samuelsen 1. juli 2011 í tíðindaskrivi boðaði frá, at hon hevði gjørt av, at Almannastovan og Nærverkið skuldu leggjast saman í ein stovn.

- Tað kom púrasta óvart á okkum, ið varða av almannamálum í løgtinginum, tí ongin okkara hevði hoyrt um ella varð tíðansheldur tikin við upp á ráð um hesa víðgangandi broyting á teimum mest grundleggjandi og viðkvæmu kjarnuøkjunum í øllum almannaverkinum. Vit hava heldur ikki síðan tá fingið nakra kunning um sosialpolitisku, fakligu og fyrisitingarligu grundgevingarnar ella avleiðingar av hesi bygnaðarbroyting, sigur Hans Pauli Strøm, sum setir landsstýriskvinnuni hesar spurningar:

1. Eru útgreinandi kanningar gjørdar, ið vísa á fyrimunir og vansar við eini samanlegging av Almannastovuni og Nærverkinum? Um so er, kunnu løgtingslimir fáa innlit í hesar kanningar?

2. Hava umboð frá báðum stovnunum luttikið í útgreinandi og fyrireikandi arbeiðinum aftan fyri hesa avgerð ?

3. Um ikki, hvat er tað sum ger, at landsstýriskvinnan ikki metir tað hava verið neyðugt?

4. Kann landsstýriskvinnan vísa til skrivligar frágreiðingar ella tilmæli frá Almannamálaráðnum, Almannastovuni, Nærverkinum ella øðrum um samanleggingina?

5. Er tað so, at tað er ikki fyrisitingin í Almannamálaráðnum, men fráfarni stjórin á Føroya Handilsskúla, ið hevur staðið fyri greining og planlegging av samanleggingini, og eisini gjørdi uppritið til landsstýrisfund um samanleggingina?

6. Um so er, hvør er so leikluturin hjá fyrisitingini í Almannamálaráðnum í arbeiðinum?

7. Er tað so, at leiðsla og starvsfólk í Nærverkinum onki vistu um og ikki vóru kunnað um ætlanina hjá landsstýriskvinnuni, fyrr enn ein tíma áðrenn tíðindaskrivið til fjølmiðlarnar?

8. Í tíðindaskrivinum sigur landsstýriskvinnan, at tað er “neyðugt við rationaliseringum og bygnaðarbroytingum, so meira fæst fyri minni”. Hvat roknar landsstýriskvinnan við at hendan samanlegging fer at geva í sparingum?

9. Eldrarøktin, ið er høvuðsuppgávan hjá Nærverkinum, skal út til kommunurnar 1. jan. 2014. Kemur tað sera krevjandi fyrireikingararbeiðið ikki í stríð við, at Nærverkið samstundis skal samansjóðast við eina Almannastovu, ið av góðum grundum onki kennir til eldrarøktina?