Klók av fiski

Kvinnur, sum eta fisk regluliga meðan tær eru uppá vegin, føða klókari børn, vísir nýggj kanning

Hesi børnini fata skjótari og samskifta betri enn børn hjá kvinnum, sum ikki ótu fisk, meðan tær gingu við teimum. Tað vísir ein nýggj kanning, har granskarar hava eygleitt meir enn 7000 børn og etivanarnar hjá mammunum, meðan tær vóru uppá vegin.
Størsti fyrimunurin snúði seg um fatanina av orðum. 15 mánaðar gomul børn, hvørs mammur høvdu etið fisk minst eina ferð um vikuna, kláraðu seg 7% betri enn onnur børn á sama aldri. Eisini sosialt og málsliga kláraðu hesi børnini seg munandi betri. Kanningin vísti samstundis, at tað sama var galdandi fyri børn, sum sjálvi ótu fisk minst eina ferð um vikuna, áðrenn tey fyltu eitt ár.
Kanningin legði upp fyri sosialum munum so sum inntøku og útbúgving hjá familjuni annars.
Kelda: University of North Carolina
Tilráðing:
Vaksin hava gott av at eta 200-300 g av bæði feitum og soltnum fiski um vikuna. Orsakað av dálkingarvandanum eiga kvinnur, sum eru uppá vegin ella geva bróst og børn undir 14 ár tó í mesta lagi at eta 100 g av rovfiski (t.d tunfiski, kalva, svørðfiski, áburru og geddu) um vikuna.