Blóman er umhvørvismerkið hjá ES, eins og Svanin er merkið hjá Norðurlondum. Risastóri klædnaídnaðurin dálkar sera illa, og nógv vandamikil evni verða nýtt í framleiðsluni
Keypið klæði við Blómuni! Hetta var boðskapurin í einum stórum upplýsingarátaki, sum danska umhvørvisstýrið stóð á odda fyri í 2001. Endamálið við átakinum var, umframt at upplýsa um umhvørvismerking, at økja um eftirspurningin av umhvørvisgóðkendum vørum. Og samstundis at styrkja søluna av umhvørvisvinarligum klæðum.
Blómuklæði eru betri
Blóman er umhvørvismerkið hjá ES, meðan norðurlendska merkið er Svanin. Blómumerkið ger tað lættari at keypa røttu klæðini. Blóman tryggjar at klæðini eru framleidd við færri litingarevnum við tungmettalum, krabbameinselvandi litingarevnum, klori, formaldahydfrígevandi løgi og PVC-prenti t.d. á blusum til børn.
Brúkarin kan gera mun
Vit brúkarar kunnu gera mun, og við at spyrja eftir umhvørvismerkjum, fáa vit óbeinleiðis ávirkan á hvussu vøran verður framleidd og viðgjørd - úr vøggu í grøv. Frá tí løtu at fræðið av bummulsplantuni á fyrsta sinnið sær dagsins ljós og til klæðini verða burturbeind í hinum endanum. Eftirspurningurin eftir umhvørvismerktum vørum, eru tekin til framleiðararnar um, at vit ynskja reinari vørur. Hesin eftirspurningur fer so aftur til fyrstu liðini í framleiðsluni, og gagna vónandi í seinasta enda umhvørvinum og fólkaheilsunni.
Umhvørvismerkini Svanin og Blóman
Blóman hjá ES og norðurlendski Svanin eru at finna á nógvum gerandis- og nýtsluvørum. Matur, drekka og heilivágur kunnu ikki verða merkt við Svananum ella Blómuni.
Allar vørur tyngja umhvørvi so ella so. Undir framleiðsluni, tá ið tær verða nýttar ella tá ið tær verða burturbeindar. Blóman og Svanin vísa hvørjar vørur eru minst tyngjandi fyri umhvørvi, hóast góðskan á vøruni ikki er lækka. So tá ið tú keypir eina merkta vøru, eggjar tú samstundis framleiðararnar til at framleiða fleiri burðardyggar vørur.
Í dag eru næstan 1300 umhvørvismerktar vørur á danska marknaðinum. Flestu vørurnar eru at finna innan bólkin pappír. Harumframt eru merktar vørur innan hvítvørur, battaríir, reingerð og vask, máling, klæði, sjampoo, sápa, bygging og innbúgv og prentlutir.
Krøv til vøruna
Tað er upp til framleiðarar og innflytarar sjálvar, at søkja um at fáa eina umhvørvisgóðkenning. Teir skulu sjálvir prógva at vøran lýkur krøvini, sum eru ymisk frá bólki til bólk. Krøv kunnu setast til mangt og hvat, so sum: Má ikki innihalda evni, sum bróta niður ozonlagið, má ikki innihalda tungmetal, skerd nýtsla av vandamiklum kemiskum evnum, orkusparandi, kann endurnýtast og minkar um ruski. Krøvini verða mett av nýggjum triðjahvørt ár, fyri at tryggja at vørurnar framhaldandi verða útviklaðar rætta vegin.
Fakta um Blómu- og Svanamerkt klæði
Bæði Blóman og Svanin hava reglur fyri klæði. Krøvini eru eitt sindur ymisk, men felags fyri tey er, at klæðini eru millum tey umvhvøvisvinarligastu á marknaðinum. Bæði merkini seta krøv til góðskuna og haldgóðskuna, form og lit. Enn eru einans klæði við Blómuni á marknaðinum, meðan Svanin verður nýttur til vaskievni.
Kelda: Danmarks Aktive Forbrugere