Klæðir til stórar kvinnur

Leygardagin letur ein handil við kvinnuklæðum í øllum støddum upp í Havn

Tað var eina ferð í Havn ein handil, sum seldir klæðir til kvinnur í øllum støddum.
Nú eru fleiri ár liðin, síðan tann handilin læt aftur, og síðan hevur vøruútvalið í Føroyum av klæðum í størri støddum verið avmarkað. Tí hava fleiri stórar kvinnur verið noyddar at fara av landinum at keypa klæðir.
Gunnvá Midjord, sum í hálvt triðja ár hevur havt ein slíkan handil í Roskilde í Danmark, letur leygardagin upp eina deild í Havn. Handilin fær samma navn sum handil hennara í Roskide, Gunnvá.
- Fleiri fólk hava biðið meg koma til Føroya, tí tey siga, at tørvur er á einum slíkum handli í Føroyum, sigur Gunnvá Midjord.
Hon fer ikki bara at selja klæðir til stórar kvinnur. Støddirnir verða millum 36 og 56, og øll klæðini verða at fáa í øllum støddum, og hetta verða smart klæðir.
Handilin verður í húsinum á horninum Bøgøta-Dr. Jakobsensgøta.