Gluggaglæma bjóðar øllum áhugaðum til kapping undir heitinum Klæðir, ið skapa føroyingin. Avbjóðingin er at gera framtíðarbúnar til føroyskar menn og kvinnur Tórshavnar kommuna skrivar á heimasíðu síni, at hon saman við Gluggaglæmu bjóðar øllum áhugaðum til kapping at gera klæðir. ?100 ár á baki og visjónir um framtíðina? flutt yvir á klæðir og føroyingar - hvørjar visjónir hevur tú?, spyrja fyrireikararnir.
Avbjóðingin verður við mentanarligum samleika, og visjónum um framtíðina at flyta eyðkenni við klæðum føroyinganna inn í framtíðar klædnabúnar til føroyskar menn og kvinnur.
Treytirnar eru, at hvør luttakari, einstaklingur sum bólkur, skal lata inn klædnasett til par, mann og kvinnu, tó í mesta lagi trý pør. Navn, bústaður og telefonnummar skulu vera í afturlatnum bjálva fest á hvørt parið sær. Staklutir sum taskur, húgvur, prýðislutir o.a. kunnu latast inn sum partur av klædnasettinum. Klæðini skulu ikki hava verið sýnd fram áður.
Innlatingarfreistin er 7. august millum kl. 10.00- 19.00 í Müllers Pakkhúsi.
Dómsnevnd við trimum skikkaðum dómarum metir um innkomnu avrikini. Mett verður um hepni og evni at sameina gamalt og nýtt á ein hegnisligan og visjoneran hátt. 1. virðisløn er 25.000 krónur 2. virðisløn 15.000 krónur og 3. virðisløn 10.000 krónur.
Virðislønirnar verða handaðar á palli seinasta dagin á søluframsýningini hjá Gluggaglæmu, sunnudagin 16. august, har pallsýning verður við øllum innlatnum avrikum. Í døgunum aftan á søluframsýningina hjá Gluggaglæmu, frá 21. august til 6. september, verður Müllers Pakkhús karmur um eina serframsýning, har øll innlatin avrik verða sýnd fram.










