Klæði snikkað til tann einstaka

Mótasýningin av serligum sniðum hjá Beintu Vilhelmsen í Listaskálanum gjørdist ein væleydnað og væl vitjað heildaruppliving.

Móti


Listaskálin var hóskvøldið karmur um eina øðrvísi og spennandi mótasýning. Mótasýningin var sermerkt við, at klæðini vóru seymaði og skapt til persónin, ið vísti tey fram, av skraddaranum Beintu Vilhelmsen. Beinta hevði sjálv valt kvinnurnar, og her legði Beinta dent á, at vísa ymiskar kvinnutypir. Aldursmunurin á yngsta og elsta modellinum var 20 ár.
Beinta var sera væl nøgd við tiltakið.
- Hetta var super, super, super, ordiliga gott. Tað var dundrandi útselt, og vit kundu uttan trupulleikar skipað fyri einum kvøldið afturat. Responsurin var góður, og nógv hava víst áhuga í at fáa klæðir sniðgivin til sín, greiðir vælnøgdi skraddarin frá.
At skipa fyri mótasýninga við sergjørdum klæðum er heldur serligt í føroyskum høpi, men fyri Beintu kennist hetta heilt natúrligt.
- Sum skraddari er grundhugsjónin, at eg sniðgevi og seymi uppá einstaka persónin, tí er hetta heilt natúrligt stig fyri meg. Eg standi ikki fyri massaframleiðslu, men fyri júst hesum, sigur Beinta.
Nakrir av kjólunum vóru kjólar, ið Beinta hevði gjørt frammanundan til hesar kvinnur, men meirilutin varð gjørdur til júst hesa framsýningina. Men framsýningin var meira enn bert móti, við sær hevði Beinta Sigrið Rasmussen, ið sang og Sólrun Michelsen, ið læs upp brot úr eini stuttsøgu. Harumframt var listin í Listaskálanum karmur um tiltakið, sostatt gjørdist talan um eina sansa stimulering av teimum viðfevnandi.
- Ja, ætlanin var at skipa fyri einum hugnaligum tiltaki fyri kvinnur, har teirra sansir vóru stimuleraðir á ymiskar háttir.