Klæði hjá Cobain seld fyri milliónir

Eitt plagg, ein cardigan sum Kurt Cobain, sáli,  átti, er seldur á uppboði fyri 334.000 dollarar. Tað eru umleið tvær milliónir danskar krónur.

Cobain var í plagginum, tá hann sum oddamaður í bólkinum Nirvana spældi sera kendu konsertina á MTV Unplugged í 1993. Plaggið er ikki vaskað, síðani konsertina. Eitt hol er eisini í plagginum, sum er komið av eini sigarett.

Nirvana og oddamaðurin Cobain stóðu á odda í serstøku ungdómsmentanini fyrst í nítiárunum og hann skapti sonevndu grunge útsjóndina og bólkurin gekk á odda í grungebylgjuni.

Eisini ein Fender guitari til fólk, sum eru lám, varð seldur fyri 340.000 dollarar.

Cobain doyði seks mánaðir eftir kendu konsertina, 27 ára gamal.

 

##med2##

##med3##