Kl. Havn má virka betur

Hetta býráðið hevur gjørt nógv fyri at gera Klaksvíkar Havn so kappingarføra sum gjørligt.

Petur Hans á Høvdanum

Valevni til býráðið í Klaksvík



Brúktar eru stórar upphæddir, bæði viðvíkjandi at marknaðarføra Klaksvíkar Havn og at byggja hana út. Dýpingin av vágni er gjørd, hetta fyri at havnin skal lúka øll krøv. Eisini er asfalterað eitt stórt øki á vestura síðu, har bingjur kunnu standa. Í Ánunum er eisini farið ígongd og er fyrsta byggistig gjørt liðugt.

Býráðið hevur sett ein stjóra og hevur hesin fingið serstakliga víðar heimildir at virka undir, men enn er sera langt á mál.

Ynskiligt hevði verið at fleiri ferðamannaskip komu til Klaksvíkar, men enn er einki komið, hví er ilt at meta um. Møguliga eru pengarnir brúktir skeivt hesum viðvíkjandi, tí sum nú er, enda øll ferðamannaskipini í Tórshavn, her má vend koma í.

Eitt annað, sum Høvuðstaðurin er serstakliga góður til, er at fáa øll skipini, at uppskipa allar vørurnar í Tórshavn, her fær Tórshavnar Havn fleiri milliónir at ráða yvir, ímeðan útjaðarin einki fær. Her má okkurt gerast og verði eg valdur inn í Býráðið, verður farið ígongd við at fáa Klaksvíkar Havn at virka nógv betur, so hon kann kappast á jøvnum føti við Tórshavnar Havn.