Klædningur rivin leysur í Sørvági

in fráboðan kom klokkan 18:00 úr Sørvági

Tað hevur verið friðaligt síðani seint seinnapartin í dag. Vakthavandi á løgreglustøðini í Havn sigur við in.fo í kvøld, at ein fráboðan kom klokkan 18:00 úr Sørvági.

 

 

Talan var um klædning á einum húsum, sum var við at verða rivin leysur. Tá tann fráboðanin kom inn, var vindurin nógv minkaður, so vakthavandi heldur, at nógvi vindurin fyrr í dag hevur gjørt skaða á klædningin. 

 

 

– Hóast tað er nógvur vindur enn, so er ikki talan um vind, sum ger sama skaða, sum hann gjørdi fyrrapartin, sigur vakthavandi á løgreglustøðini í Havn. 

 

 

 

Annars hevur ongin onnur fráboðan verið á løgreglustøðini, sigur vakthavandi løgreglumaður.