Kl. 22.05: Bestu upptøkurnar í Studio Pegasus

Frá klokkan 22.05 og ein tíma fram fara Steintór Rasmussen og Erik Biskopstø at taka saman um bestu tónleikaupptøkurnar, sum eru gjørdar í Studio Pegasus Núverandi Studio Pegasus verður tikið niður fyrsta dagin, og tí býðst høvið til eitt tónlistarligt afturhvarv í kvøld. Klokkan 22.05 fara Steintór Rasmussen og Erik Biskopstø at spæla 10 sangir, sum allir eru tiknir upp í Studio Pegasus báðu megin aldarskiftið. Talan verður um upptøkur, sum veruliga hava sett síni spor í føroyska tónleikaheiminum. Prátið við Steintór og Erik verður endursent í morgin kl. 14, aftaná sendingina ?Bilradio?.