Orsøkina sigur felagið vera, at sjúkrarøktarfrøðingar í dagliga arbeiðinum eru fyri stórum avbjóðingum, bæði fakliga og kensluliga.
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar virðismetir hettar arbeiðið og vil tí heiðra ársins sjúkrarøktarfrøðing.
Fortreytirnar fyri at kunna veljast til ársins sjúkrarøktarfrøðing eru:
- Virkin limur í Felagnum Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar
- Kann hava verið við til at menna/profilera sjúkrarøktaryrkið á ein jaligan hátt
- Kann hava útmerkað seg sum inspirator fyri starvsfelagar, nýútbúnar sjúkrarøktarfrøðingar og lesandi
- Kann á ein jaligan hátt verið inspirerandi fyri starvsfelagar
- Er semjusøkjandi
Felagið Føroyskir Sjúkrarøktarfrøðingar heitir á limir sínar um at senda uppskot, um tann tey meta eigur at verða kosin ársins sjúkrarøktarfrøðingur.
Í uppskotinum skal greiðast stutt frá hví viðkomandi hevur uppiborið heiðurin.
Uppskotið skal sendast á telduposti til anar(at)sjukrarokt.fo og vera felagnum í hendi 28. februar kl 12:00.
Tað er ein stýrisbólkur, settur av felagnum, ið tekur avgerð hvør fær heiðurin.
Ársins sjúkrarøktarfrøðingur verður heiðraður við einum gávubrævi á aðalfundinum 9. mars