- Eg eri púra tilvitað farin eftir einum stíli, sum vísir formarnar og húðina á kvinnum. Eg haldi kvinnukroppurin tolir tað, sigur Laila av Reyni.
Á Voxbotn hevði Laila av Reyni enn eina framførslu við tónleiki og hennara nýggjastu kjólum. Nýggjasta kollektiónin hjá Lailu er nakað øðrvísi enn tað, ið hon áður hevur gjørt, í og við, at kjólarnir vístu meira av kroppinum.
- Tá alt kemur til alt er onki vakrari enn ein væl samasettur kvinnu kroppur, sum hvílur í sær sjálvum. Og fyri meg er tað ein æra, at sleppa at sniðgeva uppá hesar kropparnar, sigur Laila av Reyni.
Alt, sum er øðrvísi hugtekur Lailu. Henni dámar væl at ganga nýggjar leiðir, og dámar væl at broyta stíl inn ímillum.
- Sniðgevingin er handaligi parturin av mær og tónleikurin er andaligi parturin av mær. Tí følist tað natúrligt at hava alternativar framførslur, og flætta tingini saman á einum palli, sigur hon.
Samstundis vísir hon á, at hon er ein ógvuliga smæðin persónur av lyndi, og tískil er tað lættari hjá henni at framføra, um hon hevur fleiri aðrar kvinnur við sær á pall.
Sem Johnsson hevur tikið myndina.