Kjølar hava gjørt nógv við at spæla til konsertir, dans og onnur óalmenn tiltøk, síðani teir góvu fløguna Time út í november mánaði.
Og í vikuskiftinum gera teir fýra tónleikararnir eitt rend norðureftir í landið. Fríggjakvøldið fer rockbólkurin at spæla til dans í Longbrá og leygarkvøldið verður konsert á Kambsdali.
Vit eru sera spentir til at sleppa at royna okkum í Klaksvík og á Kambsdali. Vit hava verið á báðum støðunum fyrr, men ikki síðani vit góvu okkara fløgu út, og tí verður serliga spennandi at sleppa at spæla har nú, sigur Henning Nicodemussen, sum slær á trummur í Kjølum.
Saman við Jens Tummasi Næss, Signari í Horum, Jens Marna Hansen myndar hann rockbólkin Kjølar.
Góða undirtøku
allastaðni
Fløgan hjá Kjølum, Time, er í løtuni útseld, og fleiri eintøk av fløguni eru á veg til landið. Eisini er stakfløgan Skýmandi kvøldið, har tveir føroyskir sangir eru á, til framleiðslu í Danmark, og innan stutta tíð verður hon at fáa til keyps eisini.
Síðani fløgan kom út, hevur Kjølar spælt í Suðuroy, á Sandi og til onkur óalmenn tiltøk (jólaveitslu og líknandi), og tað hevur gingið væl.
Vit hava fingið sera góða undirtøku allastaðni, har vit hava verið. Á Sandi er grundarlagið ikki tað sama, sum aðrastaðni, men sum heild eru vit sera væl nøgdir við undirtøkuna, sigur Henning Nicodemussen.
Gestasangari við
Og tá undirtøkan hevur verið so góð aðrastaðni, eru teir í Kjølum spentir til at koma til tvey av stóru plássunum í landinum, Klaksvík og Eysturoynna.
Vit ætlaðu allatíðina at fara til Klaksvíkar, og hóast vit ikki fara at spæla í KÍ-høllini, vóna vit at klaksvíkingar fara at taka væl undir við okkum, tá vit spæla í Lognbrá.
Klaksvík fær vitjan fríggjakvøldið og leygarkvøldið er ítróttarhøllin á Kambsdali karmur um stóra konsert. Tá fara teir fýra í Kjølum at hava ein gestasangara við sær. Tað er Laila Carlsen, sum syngur saman við Kjølum á nýggju ÚF-fløguni. Hon fer eisini at syngja nakrar sangir saman við Kjølum á Kambsdali.