Tilboðini upp á útstykkingina til tey 18 grundstykkini, sum skulu gerast uppi á Middagsvarða í Sørvági, vórðu latin upp í dag.
Fimm fyritøkur lótu boð inn. Tær vóru K.J.O, Maskingrevstur, J&K Petersen, HZ Gravimaskinur og Desk.
Lægsta tilboðið hevði K.J.O, sum ljóðaði upp á 5,4 milliónir krónur. Hetta er heili 900.000 krónur minni enn næst lægsta boðið, sum var upp á 6,3 milliónir krónur. Tað boðið átti Maskingrevstur. Tilboðini frá J&K Petersen og HZ Gravmaskinur vóru 6,9 milliónir krónur, meðan tað frá Desk var 7,2 milliónir krónur, altso næstan tvær milliónir krónur dýrari enn bíligasta tilboðið.
Sørvágs kommuna metti annars arbeiðið at fara at kosa 5,1 millión krónur. Kommunan skrivar á heimasíðu síni, at tilboðini verða gjøgnumgingin av Sp/f Westtech og HMP Consult, áðrenn endalig støða verður tikin.
Nýggju grundøkini undir Middagsvarða í Sørvágii verða umleið 700 fermetrar til støddar. Umframt tey 18 grundøkini, sum verða stykkjað út nú, er møguleiki fyri at útstykkja 12 grundøki aftrat á sama stað undir Middagsvarða.