"Kjempe flott"

Við úrslitinum hjá Amerada Hess er føroyski landgrunnurin longu ein nýggj oljuprovins. Og skuldi tað hent, at hetta fyrsta fundið ikki er lønandi, so eri eg vísur í, at tað fara at verða gjørd onnur fund, sum eru kommerciel sigur norski jarðfrøðingurin Terje Hagevang, sum sjálvur ikki ivast í, føroyska undirgrundin goymir nógva olju

 






Oljufund


Øll minnst vit bjørtskygdu yvirskriftina í Sosialinum herfyri ?Olja verður funnin í ár?. Tað var kendi norski jarðfrøðingurin Terje Hagevang, sum hevur hollar royndir at arbeiða við føroyaøkinum ? sum eftir tveir turrar brunnar ? loyvdi sær at halda, at triði brunnurin fór at geva fund. Og sum vit nú hoyra rakti hann í blett.


Nú fund er gjørt, tó at vit ikki vita, um talan er um eitt lønandi fund, dylur Terje Hagevang ikki fyri, at hann er sera fegin um fyribils úrslitið av boringini.


?Jeg er overbegejstret over at der faktiskt er gjort et fund. Detter er vældig flot.. Ja kjempe flot? Sigur TerjeHagevang, sum kanak meira enn nakar hevur fylgt leitingini í Føroyum. Og hóast man enn ikki veit, um talan er um eitt lønandi fund sigur hann: ?Dette ser svært lovende ud? sigur hann og vísti til tíðindini um, at kolvetnisberandi fláirnar eru 170 metrar tjúkkar.


Terje Hagevang sigur, at hevði úrslitið av hesi boringini verið vánaligt, so hevði tað kunnað fingið sera negativar avleiðingar fyri leitivirksemi øllum økinum. Nú hendir tað júst øvugta. Øll oljufeløgini eisini á bretskum øki hava fylgt hesi boringini við stórum áhuga, nú eingi fund hava verið gjørd á Atlantsmótinum leingi. ?At úrslitið er lovandi er positivt uppá ein nógv størri hátt enn bert fyri henda eina brunnin. Tað ger, at størri áhugi verður bæði fyri føroyaøkinum og øllum Atlantsmótinum sum so.


Hann sigur, at av tí at man hevur gjørt eitt fund á einum dýpi man ikki hevði roknað við merkir so aftur, at man kann rokna við at gera fund eisini á restini av landgrunninum og ikki bara í Gullhorninum og í øðrum løgum eisini.


Úrslitið vísir, at sandur er í nógvum løgum, og tað er sera lovandi.


Terje Hagevang heldur, at Føroyar longu hava verið á altjóða oljukortinum. Men við hesum fundimnum kann man siga, at føroyski landgrunninum er ein nýggjur oljulandslutur.


Norski jarðfrøðingurin, sum herfyri segði, at tað fór at verða funnin olja í hesum brunninum vil leggja aftrat, at skuldi tað hent, at hetta fundið ikki er kommercielt, so fara tað at koma onnur fund, sum verða tað. So hann ivast ikki í, at tað er nógv olja í føroysku undirgrundini. Spurningurin er bara at vísa tol og leita miðvíst.