Kjell Elvis til Føroya

Hann er meinlíkur rockkonginum Elivis og hann er tann kendasti í Evropa, sum livur av at líkjast rockhetjuni.

Hann er hálvur føroyingur. 30 ára gamli norðmaðurin hevur familju á Eiði og leygardagin spælir hann til dans í Vágunum. Í mars kemur hann aftur og fer tá á kobsertferð kring landið.

Leygarkvøldið vitjar Elvis í Sørvági. Tá skal Kjell Elvis á pallin, og tað sigst vera sum at síggja Elvis Presley sjálvan. Robert og vinmenn spæla til dans og Kjell Elvis luttekur á pallinum í Sørvági leygarkvøldið.

Í mars kemur Kjell Elvis aftur til Føroya og tá skal hann á konsertferð kring alt landið.


30 ára gamli norðmaðurin er hálvur føroyingur og hevur familju á Eiði. Hann er kendur fyri at líkjast Elvis sera nógv og seinnu árini hevur hann livað av hesum.

Eisini er hann kendur fyri sína góðu rødd, ið ikki er ólík røddini á Elvis.

Bløð og loftmiðlar hava gjørt nógv burturúr Kjell Elvis og hann telist millum teir bestu í heiminum, ið royna at líkjast Elvis. Eftirspurningur er eftir Kjell Elvis í Noreg og aðrastaðir við.


Elvis á alnótini

Hevur ein áhuga, so ber eisini til at fara inn á alnótina. Finn servaran, ið nevnist Kvasir. Leita síðani eftir Bjørnestad, so kemur tú fram á Kjell Elvis, ella Kjelvis, sum heimasíðan vísir á.

Har greiðir hann frá um seg sjálvan, um hvusuu leiðin sum Elvis tók ferð á seg í 1988 og hvussu hann vann eina kapping fyri Elivis lookalikes í 1992.

Tá Sosialurin vitjaði heimasíðuna vóru vit vitjandi numar 1088.


Brak í mars

Kjell Elvis hevur verið í øllum norskum bløðum og loftmiðlum og hann er væl dámdur, allastaðir. Hansra framførslur eru sera væl fagnaðar.

Sum skilst, so gongur hann eisini høgt uppí at líkjast Elvis og eftir tí skildfólkini í Føroyum vita, so seymar hann framførslubúnarnar sjálvur.

Nú kemur hann bert til Føroya at fáa vátta sínar spælingar, kunna seg um viðurskiftini og so luttekur hann, y´åtá Robert og vinmenn splæa til dans í Sørvági.

Men í mars mánað kemur Kjell Elvis aftur og tá verður tað heilt stóra brakið. Tá fara væntndi maður og kona av húsi. Og eisini tey, ið ikki upplivdu ella minnast upprunaliga rockkongin Elvis, hava møguleikan at fáa varhugan av, havt tað er, ið enn í dag kann fáa tár í eyguni og mammuni.

Elivis hevur eisini fjepparar í yngri ættarliðum, so væntandi verður tað ein blandaður aldursbólkur, sum í lurtar eftir Kjell Elvis Sørvági leygarkvøldið.