Kjell Elvis er komin

Kjell Elvis er komin til Føroya og longu í kvøld hevur hann fyrstu framførsluna. Tað er Eydnan á Oyrabakka, sum í kvøld fær vitjan av Kjell Elvis.

Leiðin upp á tindarnar sum Elvis hermari hevur verið long, men í dag er Kjell Elvis millum teir bestu og viðurkendastu.

Tað eru 12 ár, síðani Kjell Elvis seinast var í Føroyum, um vit ikki telja stutta steðgin í januar við. Hann hevur familju í Føroyum og fyri 12 árum síðani arbeiddi hann fisk á Eiði, haðani mamman eisini er.

Kjell Elvis hevur glett seg at koma til Føroya, tí honum dámar væl lurtarafjøldina her. Hann gleðist um at vera aftur í Føroyum, her hann hevur røtur.

Kjell Elvis er í Memphis útnevndur sum ein av teim bestu Elvis harmarunum í heiminum. Filmur er gjørdur um hann, har eitt sjónvarpslið fylgdi honum í 3 ár. Filmurin hevur verið vístur í Svøríki, Noreg og Týsklandi.

Kjell Elvis er kanska tann einasti í Skandinavia, ið kann liva av at herma eftir rockkonginum. Hetta hevur hann gjørt í 11 ár, harav 2 ár fulla tíð. Hann hevur eisini givið fløgur út og hesar hava verið væl umtóktar.

Tá Kjell Elvis vitjaði í januar, var veðrið ikki av tí besta, og vánalig floglíkindi, so tað gjørdist ein longri søga. Hann skuldi tá upptraðka í Sørvági, og náddi tað í síðstu løtu, men klæðir og annað lá eftir í Keymannahavn, so tey máttu lænast. Hesaferð hevur gingið betri og fólk kunnu vænta ein væl upplagdan Kjell Elvis á pallunum kring landið.

Kjell Elvis sigur, at um tað gongur væl, so er einki í vegin fyri at vitja aftur seinni. Túrurin hesaferð er longri enn, ætlanin var at byrja við, tí áhugin er sera stórur fyri at fáa hálvføroyska Elvis at vísa síni kynstur. Og stórur áhugi er eisini fyri at vita, hvussu hann er komin at líkjast Elvis so nógv.


Er komin niðaná

Kjell Elvis sigur, at í tey 11 árini, hann hevur fingist við at herma eftir Elvis, er tað meira enn so komið fyri, at fólk hava havt hug at flenna og halda lítið um hetta. Jantelógin hevði góðar dagar. Túrurin uppeftir hevur verið tungur, men nú tykist, sum er Kjell Elvis komin niðaná. Og hann er fult greiðir yvir, at hann er ikki rockkongurin Elvis, men ein, ið roynir at líkjast.

Seinni er kanska ætlanin at geva út tónleik, ið einki hevur við Elvis at gera, men í sama stíli.

Og einki er at taka seg aftur í, at umframt at herma eftir Elivis og at líkjast sera nógv, so hevur Kjell Elvis sera góða rødd og dugir væl at syngja.

Kjell Elvis hevur umleið 10 spælingar, áðrenn hann fer av landinum aftur síðst í hesum mánaðinum.

Í kvøld er hann á Oyrabakka og leygardagin á Sandi. 18/3 í Club 20 og 19/3 á torginum í SMS klokkan 17.

Tann 19/3 gongur leiðin til Klaksvíkar, tann 20/3 til Runavíkar, dagin eftir til Eiðis, har eisini hugnaløta verður fyri bygdafólkinum. Tann 26/3 vitjar hann í Havn og ferðin endar 27/3 á Tvøroyri.