Norski eiðismaðurin Kjell Elvis vitjar aftur í Føroyum og hevur í vikuskiftinum konsertir í Klaksvík og í Hvalba.
Í Klaksvík fer hann á pallin í Lognbrá fríggjakvøldið. Leygarkvøldið sleppa suðuroyingar at uppliva Kjell Elvis og hansara elvisframførslur, har hann roynir at líkjast Elvis Presley. Og okkurt er til bæði eygu og oyru, tá hesin elvis-hermarin trínur á pall, tí hann er millum teir bestu í á økinum og tað sigur ikki einki, tí nógvir eru teir, ið royna at líkjast Elvis. Kjell Elvis er tann eisnasti á okkara leiðum, ið hevur megnað at gera hetta til livibreyð.
Í Hvalba fara eisini Hans Jacob og Vinmenn á pallin í Roynhøllini.