Í síni kæru um úrskurðin hjá Aganevndini førdi Skála millum annað fram, at felagið ikki kundi góðtaka, at fyrrverandi B36-formaðurin var við til at viðgera málið, tá júst B36 var annar parturin í hesum.
Spurninin um gegnið hevði Kjartan Mohr sjálvur reist, tá málið kom til viðgerðar í Aganevndini, men semja var um, at hann væl kundi vera við til at viðgera málið.
Í sínum viðmerkingunum sigur Yvirkærunevndin, at tað ikki ger Kjartan Mohr ógegnigan, at hann í drúgt áramál hevur verið starvsnevndarlimur í B36. Enn tá eitt ár sum formaður.
Hinvegin vísir nevndin á, at Kjartan Mohr framvegis er limur í B36, og at hann tá ikki eigur at taka lut í viðgerð av einum málið, har sama felag er partur av málinum. Yvirkærunevndin leggur tó dent á, at tað ikki er nøkur orsøk at halda, at ósaklig atlit hava verið tikin undir málsviðgerðini hjá Aganevndini.










