##med2##
Hondbóltsreportarin hjá FM1, Sjúrður H. Hoydal var beinleiðis ígjøgnum úr Ålborg í sendingini SportBoxin seinnapartin.
Klokkan 17 sunnudagin spæla Føroyar seinasta EM-undankappingardystin móti Danmark í Gigantium høllini í Ålborg. Sjúrður H. Hoydal sigur beinleiðis frá dystinum á FM1. Byrjað verður við upptakt klokkan 16.
Umframt at práta við unga málverjan, Tórð Guttesen, tað prátið kann hoyrast HER, so prátaði Sjúrður H. Hoydal eisini við Kjartan Johansen og Rógva Dahl Christiansen seinnapartin.
Kjartan Johansen fekk reyða kortið aftaná bara 20 minuttirs spæl móti Montenegro ígjár, og tað ætlar Kjartan Johansen ikki skal endurtaka seg móti Danmark sunnudagin.
##med3##