Komandi kappingarár verður møguleiki fyri føroyskari uppgerð í bestu svensku hondbóltskappingini.
Svenska felagið Önnered boðar í dag nevnliga frá, at felagið hevur gjørt avtalu við føroyska landsliðsleikaran Kjartan Johansen. Frammanundan spælir Elias Ellefsen á Skipagøtu við svenska oddaliðnum Savehof IF.
Kjartan Johansen sigur við heimasíðuna hjá Önnered, at hann fær skiftið sum eitt spennandi fet á síni yrkisleið og gleðir seg til avbjóðingarnar í nýggja felagnum.