Kjartan tekur undir við íløgugrunninum

Kjartan Joensen mælir til at taka undir við uppskoti Javnaðarfloksins um endurnýggjan av fiskiskipaflotanum

Kjartan Joensen, reiðari og varamaður Jógvans á Lakjuni á tingi, sigur við Dagblaðið í gjár, at hann tekur undir við uppskotinum hjá Javnaðarflokkinum um at seta almennan pening í ein ílgøugrunn til endurnýggjan av føroyska fiskiskipaflotanum.

Vinnulívsmaðurin úr Leirvík sigur seg halda lítið um pappírsleysu semjuna hjá samgonguflokkunum. Hann sigur seg ikki duga at skillja, hvussu skattalætti og lækkan av partafelagsskattinum kunnu virka til, at flotin endurnýggjar seg.

? Lægri partafelagsskattur hjálpir bert, um nakað er at skatta av, sigur hann.