Kjartan skoraði og legði upp til 14 mál fyri Bækkelaget

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget vunnu greiðan sigur á Viking TIF, ið hevði Nicholas Satchwell í málinum

Føroyingauppgerð var í bestu norsku hondbóltsdeildini í kvøld.

 

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget tóku móti Nicholas Satchwell og hansara liðfeløgum í Viking TIF í Ekeberg-høllini í Nordstrand-økinum í Oslo.

 

Bækkelaget vann greiðan 37-29 sigur. Bækkelaget spældi sera væl í fyrra hálvleiki, og í steðginum var Bækkelaget á odda 22-10, og tá var dysturin mest sum avgjørdur.

 

Tað gekk væl í hond hjá Kjartani í kvøld, ið skoraði seks mál og legði upp til átta mál hjá Bækkelaget. 

 

Í málinum hjá Viking TIF bjargaði Nicholas átta av 32 málroyndum. Kappingarneytin, Christian Morillo Lyngbø bjargaði tveimum av 15 málroyndum.

 

Bækkelaget er fjórðaftast í deildini við 11 stigum, meðan Viking TIF er aftast í deildini við fimm stigum.

 

Komandi sunnudag tekur Bækkelaget móti oddaliðnum, Kolstad á heimavølli.