Landsliðsvenjararnir hjá monnum hava innkallað Kjartan Johansen og Vilhelm Poulsen til landsliðshópin, sum skal møta Ukraina og Eysturríki. Landsliðsvenjararnir kallaðu í fyrstu atløgu bert 15 spælarar inn til dystirnar og gjørdu av at bíða við seinastu metingini av ávísum spælarum. Bæði Kjartan Johansen og Vilhelm Poulsen hava havt skaðar at dragast við í hesum kappingarárinum, men eru nú komnir fyri seg og venja somikið væl í teirra feløgum, at landsliðsvenjararnir hava lagt teir til hópin til komandi EM-undandystirnar.
Kjartan Johansen spælir við Bækkelaget í bestu norsku deildini og Vilhelm Poulsen við Lemvig-Thyborøn í bestu donsku deildini. 16 av teimum 17 spælarunum verða við til dystirnar móti Ukraina og Eysturríki.
Málverjar:
Nicholas Satchwell, KA Akureyri (ISL)
Pauli Jacobsen, H71
Útispælarar:
Leivur Mortensen, Frederiksberg IF (DEN)
Rói Berg Hansen, HØJ (DEN)
Peter Krogh, H71
Tróndur Mikkelsen, Ryger Stavanger (NOR)
Jónas Gunnarson Djurhuus, Frederiksberg IF (DEN)
Pauli Mittún, Kristiansand (NOR)
Óli Mittún, IK Sävehof (SWE)
Elias Ellefsen á Skipagøtu, IK Sävehof (SWE)
Hákun West av Teigum, Skanderborg-Århus (DEN)
Allan Norðberg, KA Akureyri, (ISL)
Pætur Mikkjalsson, AMO (SWE)
Teis Horn Rasmussen, Follo HK, (NOR)
Helgi Hildarson Hoydal, Kristiansand (NOR)
Kjartan Johansen, Bækkelaget (NOR)
Vilhelm Poulsen, Lemvig-Thyborøn (DEN)