Kjartan og Önnered taptu 3. Play Off dystin

Önnered er aftanfyri 1-2 í Play Off dystunum um upp- og niðurflyting

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Önnered eru í ringum skørum aftaná tap í 3. Play Off dystinum móti Skånela úr næstbestu svensku deildini.

 

Skånela vann 35-34 á Önnered aftaná longda leiktíð. Kjartan, ið skoraði fimm mál í dystinum í kvøld skoraði til 34-33 tá hálvurtriði minuttur var eftir av longdu leiktíðina. Seinastu løtuna fekk Skånela tvey mál uttan, at Önnered megnaði at svara aftur.

 

Aftaná vanliga leiktíð stóð á jøvnum 30-30. Önnered javnaði til 30-30 við brotskasti í seinasti sekundi av vanligu leiktíðini. Í steðginum var Skånela á odda 15-13.

 

Skånela er á odda 2-1 í Play Off uppgerðunum, og vinnur Skånela 4. uppgerðina á heimavølli mikukvøldið 20. apríl flyta teir upp í bestu deildina, og Önnered flytur niður í næstbestu deildina. Vinnur Önnered verður ein 5. og avgerandi dystur leygarkvøldið 23. apríl.