Kjartan og Önnered fingu týdningarmikið stig í niðurflytingarstríðnum

Önnered er tvey stig omanfyri aftasta plássið sum merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu svensku hondbóltsdeildina

Kjartan Johansen skoraði tvey mál tá lið hansara, Önnered á heimavølli leikti javnleik 25-25 móti Lugi í bestu svensku hondbóltsdeildini.

 

Ólukkutíð var Önnered í álopi tá Kjartan við støðuna 25-24 til Önnered, og við 25 sekundum eftir á klokkuni gjørdi eitt álopsmistak, og bólturin var dømdur til Lugi.

 

Tá bert 13 sekund vóru eftir javnaði Lugi til 25-25. Kortini var talan um eitt týdningarmikið stig hjá Önnered, ið er tvey stig omanfyri aftasta plássið sum merkir beinleiðis niðurflyting til næstbestu deildina.

 

Liðini sum enda fjórðaftast, triðaftast og næstaftast skulu spæla upp- og niðurflytingardystir móti liðum úr næstbestu deildini.

 

Leygardagin 12. mars spælir Önnered heimadyst móti Aranäs.

 

STØÐAN: 

 

Nr                 Lið: DystirVJT+/-P+/-
1 IK Sävehof221813686 - 58537101
2 IFK Kristianstad221633627 - 5483579
3 Ystads IF HF221426654 - 6033051
4 IFK Skövde HK211425616 - 5653051
5 HK Malmö221228629 - 5992630
6 Alingsås HK221057626 - 6042522
7 Hammarby IF HF221129638 - 6252413
8 Eskilstuna Guif IF2310013642 - 69120-49
9 Lugi HF227411601 - 60618-5
10 IF Hallby HK236512597 - 64717-50
11 Önnereds HK235315640 - 68813-48
12 Redbergslids IK235315629 - 69013-61
13 HK Aranäs225314562 - 63213-70
14 IFK Ystad HK233515601 - 66511-64