Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Bækkelaget tóku í dag móti Fjellhammer í einum týdningarmiklum dysti í niðari hálvu í bestu norsku fótbóltsdeildini.
Bækkelaget vann dystin 34-30. Í steðginum var Bækkelaget á odda 14-10.
Við sigrinum er Bækkelaget nú á einum tíggjunda plássi við sjey stigum, fýra stig omanfyri Viking TIF sum liggur aftast í deildini við trimum stigum.
Kjartan skoraði eitt mál og legði upp til tvey mál.
Sunnudagin 12. november tekur Bækkelaget móti Halden á heimavølli.