Langsiktaða málið hjá Viking Stavanger, og dreymurin hjá Helga H. Hoydal og Kjartan Johansen er veruleiki: Viking Stavanger hevur vunnið sær uppflyting til bestu hondbóltsdeildina í Noregi, og eru tryggjaðir at sleppa undan nøkrum nervafullum upp- og niðurflytingardystum móti triðniðasta liðnum í bestu hondbóltsdeildini.
Eftir at kappingarneytarnir úr Sandefjord taptu í dag, hava Kjartan Johansen, Helgi H. Hoydal og Viking Stavanger tryggjað sær uppflytingina. Leikararnir kundu fegnast á sofuni heldur enn á vøllinum.
Rogalands Avis hevur almannakunngjørt eina góða mynd av Kjartan, Helga og trimum liðfeløgum, ið feira "Sofaopprykk", ið norðmenn nevna eina "Sofauppflyting".
Í 2016 vann Leicester Premier League "á sofuni" so at siga, tá Tottenham tapti móti Chelsea, og Leicester vóru staðfestir meistarar. Tá meir enn feiraðu Jamie Vardy og hinir í Leicester tann stóra sigurin. So Helgi og Kjartan hava gjørt Jamie Vardy hendan kunstin eftir í dag.
Góða myndin av Kjartani, Helga og trimum øðrum spælarum hjá Viking Stavanger sæst omanfyri.
HER sæst videobrot sum Helgi filmaði tá uppflytingin var veruleiki.