Kjartan og Fyllingen vunnu á útivølli

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Fyllingen Bergen eru nú nummar seks í bestu norsku hondbóltsdeildini

Kjartan Johansen og liðfelagarnir í Fyllingen Bergen vunnu ein sera týðandi útisigur ímóti Haslum í dysti í besti norsku hondbóltsdeildini.

 

Fyllingen Bergen vann 33-25 á Haslum. Í steðginum var Fyllingen á odda 16-15.

 

Kjartan Johansen skoraði trý mál í dystinum í kvøld. Tvey av málinum vóru uppá brotskøst.

 

Sigurin var sera týðandi fyri Kjartan og liðfelagarnar. Tað snýr seg um at enda millum átta tey ovastu liðini hjá Fyllingen, so teir sleppa við til endaspælið. Í løtuni er Fyllingen nummar seks í bestu norsku hondbóltsdeildini.

 

Sunnudagin 25. februar tekur Fyllingen ímóti Halden, sum liggur á triðja plássi.


Støðan í bestu norsku hondbóltsdeildini:

 

1Elverum151311493 - 41027
2ØIF Arendal Elite161213495 - 42625
3Drammen171106502 - 44522
4Halden Topphåndball161024516 - 44622
5Haslum HK17845473 - 48920
6FyllingenBergen17728508 - 51416
7Bækkelaget Håndball Elite15627424 - 41414
8Kolstad15618412 - 42613
9Falk Horten166010398 - 43512
10Bodø HK165110450 - 46011
11Sandnes164012399 - 4908
12Nøtterøy Håndball161015396 - 5112