Tað koyrir framvegis sum eftir ánni hjá Kjartan Johansen og liðfeløgunum í Fyllingen Bergen í bestu norsku hondbóltsdeildini.
Í seks heimadystum hevur Fyllingen Bergen fingið 11 av 12 møguligum stigum, og í kvøld gjørdist talan um ein sera góðan 30-28 sigur á einum sterkum Drammen-liði.
Fyllingen Bergen var á odda 17-12 í hálvleikssteðginum í dystinum, sum var spældur í Framo-høllini. Kjartan Johansen skoraði trý mál í kvøld, og gjørdi sítt.
Fyllingen Bergen fekk seks útvísingar, meðan Drammen bert fekk tað einu útvísingina, so heimaliðið stríddist fyri sigrinum.
Komandi leygardag spælir Fyllingen Bergen á útivølli ímóti Sandnes, sum liggur næstaftast í deildini.
Støðan:
1. | 13 | 9 | 1 | 3 | 429:359 | 19 | ||
2. | 13 | 9 | 1 | 3 | 405:348 | 19 | ||
3. | 10 | 8 | 1 | 1 | 339:277 | 17 | ||
4. | 12 | 8 | 0 | 4 | 354:326 | 16 | ||
5. | 13 | 6 | 3 | 4 | 359:370 | 15 | ||
6. | 12 | 5 | 2 | 5 | 350:337 | 12 | ||
7. | 12 | 5 | 2 | 5 | 348:357 | 12 | ||
8. | 12 | 4 | 1 | 7 | 348:343 | 9 | ||
9. | 12 | 4 | 1 | 7 | 322:345 | 9 | ||
10. | 11 | 4 | 0 | 7 | 260:305 | 8 | ||
11. | 12 | 4 | 0 | 8 | 302:355 | 8 | ||
12. | 12 | 0 | 0 | 12 | 293:387 | 0 |