Kjartan Mohr deyður 61 ára gamal

Í gjár bórust deyðsboðini av Kjartani Mohr, landsapotekara, sum andaðist 61 ára gamal eftir stutta sjúkralegu.

 

Kjartan starvaðist á apotekinum í nógv ár, har hann eisini var stjóri. Seinstu tíðina hevur hann starvast sum landsapotekari. Kjartan er eisini kendur úr fótbóltinum, úr B36, har hann spældi á fyrsta liði í nógv ár. Hann hevur eisini verið nevndarlimur í B36 í mong harrans ár, bæði sum kassameistari og formaður.

 

Kjartan er sonur Poul og Annu Mohr í Havn. Kjartan var giftur Monu. Tey bæði eiga børnini, Poul Róa, Moniku og Elsu Annu. Eisini telur familjan tvey abbabørn.