Hann heldur ikki, at føroyskir fiskimenn eru serliga keddir av at vera burtur á jólum. ? Teir hugsa heldur um eina góða hýru enn at ganga heima í túninum í nakrar dagar, sigur Kjartan
Fyri nøkrum mánaðum síðani stevndi Hvilvtenni inn á Fuglafjørð. Hetta var eftir at hava siglt tríggjar ferðir runt við Leirvíks bygd, har Hvilvtenni hevur heimstað.
Kjartan Joensen, reiðari og skipari á Hvilvtenni, lat rækjutrolaran byggja í Noregi. Skipið kostaði góðar 100 milliónir krónur, og tað hevur verið hvørja krónu vert, heldur Kjartan.
Hvilvtenni hevur nú verið á sínum fyrsta túri, men enn hevur skipið ikki verið aftur í Føroyum. Á fyrsta fiskitúrinum var Hvilvtenni á Flemish Cap. Teir fingu eini 500 tons, sum vórðu landað í New Foundlandi.
Hóast Kjartan Joensen er nøgdur við nýggja skipið, so fílist hann á fiskiskapin, sum hevur verið heldur smáligur seinastu tíðina.
? Vit fáa eini trý tons av rækjum um dagin. Slagið er heilt gott, men fiskiskapurin er ikki nóg góður, sigur Kjartan, sum hevur roynt undir Eysturgrønlandi í eina góða viku.
? Vanliga er nøgdin vaksandi frá miðskeiðis í desember, men enn lata rækjurnar bíða eftir sær, sigur Kjartan.
? Skipið riggar fínt, og vit vóna tí, at vit bara kunnu vera her í óavmarkaða tíð, sigur Kjartan.
Kjartan Joensen er tó ikki heilt svartskygdur viðvíkjandi fiskiskapinum, sum hevur verið á einari leið.
Kjartan sigur, at oljuprísurin er ov høgur, og tað er ógvuliga tyngjandi fyri øll føroysk fiskiskip. Prísurin á olju til fiskiskip er meira enn tvífaldaður seinastu tíðina, eftir at hann hevur verið í eini hampuliga fastari legu seinastu tíggju árini.
? Teir skýhøgu oljuprísirnir eru drepandi fyri fiskiskipini, sum skula gjalda so nógv fyri oljuna.
Hesin túrurin verður væntandi av um ein mánað, tá lagt verður inn í Íslandi. Har fara teir at landa í Reykjavík ella á Hafnafirði. Tá fer ein partur av manningini eisini av bátinum, og nýggir menn koma umborð.
Norðmenn fara heima á jólum
Nú er leiðin løgd til Eysturgrønlands, har fleiri onnur føroysk skip eisini eru stødd. Tey eru Sólborg, Høgifossur, Ocean Castle og Hvilvtenni. Hesi fýra skipini fara at vera undir Eysturgrønlandi um jólini.
Eini trý norsk skip hava eisini verið har um leiðir, men teir bátarnir verða allir lagdir í Reykjavík, til jólini eru farin afturum bak. Tað hevur verið vanligt hjá norðmonnum at leggja bátarnar um jólini. Norsku manningarnar fáa sostatt frí í eina viku og flúgva heim at halda jól saman við familjuni.
Hetta hevur ikki verið vanligt á føroyskum skipum.
? Tað hava vit ikki brúkt, og eg haldi, at tað er bara til órógv fyri fiskiskapin. Tað er so stutt, og tú fært ikki eina viku við hús, sigur Kjartan.
? Føroyski fiskimaðurin hevur sum heild ikki ilt við at vera burtur á jólum. Teir hugsa heldur um at fáa eina góða hýru. Tað er eingin trupulleiki at vera burtur hesa tíðina.
Kjartan Joensen hevur verið sjómaður í 37 ár, og hesa tíðina hevur hann oftari verið til skips enn heima hjá familjuni á jólum.
Um líkindini eru til vildar, so verður jólaaftan vanligur arbeiðsdagur.
Triðji Hvilvtenni
1. mai fyri 25 árum síðani kom tann fyrsti Hvilvtenni til landið. Reiðaríið hjá Kjartani hevur sostatt 25 ár á baki innan rækjuveiðu.
Í 80-unum lat Kjartan tann næsta trolaran byggja, sum eisini varð nevndur Hvilvtenni.
Í ár varð tann triðji Hvilvtenni liðugt bygdur og er farin til fiskiskap.
Størsti munurin millum hendan og teir báðar fyrru er motororkan og støddin.
? Nú fiska øll við tveimum trolum og tí krevst sjálvandi eisini størri motororka, sigur Kjartan.
Motorurin á hesum trolaranum hevur 7500 hestar, meðan tann fyrri bara hevði 3000 hestar.
Manningini á Hvilvtenni verður ynskt eini gleðilig jól og eitt gott nýttár.










