Kappingin í næstfremstu deildini í Noregi endaði um vikuskiftið. Viking Stavanger, við teimum trimum føroyingunum, Kjartani Johansen, Jónasi G. Djurhuus og Helga H. Hoydal, endaðu kappingarárið á besta hátt, tá ið navnarnir, Viking TIF úr Bergen, vóru bastir við 35-30 eftir 22-13 í hálvleikinum.
Føroyingamálini floymdu inn í bergenska málið, og Helgi H. Hoydal og Jónas G. Djurhuus fingu tvey mál í part.
Men toppskjútti og besti leikari var Kjartan Johansen, sum við níggju málum enn einaferð prógvaði at hann er ein profilur í norsku fyrstu deild.
Tí er tað eisini við stórari gleði, at Viking Stavanger kunngerð at strandingurin hevur longt sáttmálan við felagið.
Við Facebooksíðuna hjá felagnum sigur Kjartan Johansen at hann hevur ment seg, og kennir á sær at hann kann gerast enn betri í Viking. Hann vísir á, at felagið hevur sum mál at flyta upp í norsku elituseriuna, og hetta gleðir føroyingurin seg at hjálpa til við.
Venjarin í Viking, Joar Gerde, vísir eisini nøgdsemi á Facebook.
-Kjartan hevur verið ein av okkara bestu leikarum í ár. Hann er ein spælandi høgri bakkur, ið tekur góðar avgerðir, sigur venjarin og greiðir frá at føroyingurin hevur ment seg við meira fjølbroyttum skotum og sum verjuleikari á bakkplássinum.
-Hann ein sera umráðandi lutir í hvussu felagði skal taka næstu fetini, sigur venjarin at enda