Í morgin letur »Chr. 4 Bryghus« á Slotsholmen upp fyri almenninginum, har størsta savnið av stein- og gipsfigurum í norðurevropa verður víst fram.
Í samband við upplatingina verða m. a. drotningin og danski mentamálaráðharrin hjástødd, og Kjartan Hansen, føroyskur sjónleikari og yrkjari, skal sýna sína leirframførslu fyri teimum.
Leirframførslan var fyrstu fer sýnd fram í samband við tiltaki »Hamskifti«, sum Kjartan Hansen saman við eitt nú Gutta Winther skipaðu fyri við fyritøkuni Eventmálaráðið.
»Hamskifti«, ið var ein samasett mentunaruppliving, við mati, framførslu og tónleiki, var sýnd fram í Havnini og aðrastaðni í ymiskum vertskapi í seinnu hálvu av 2013.