Kjartan fekk armin í garnaspælið

Fyri einari viku síðan fekk 19 ára gamli Kjartan Lamhauge ein stóran skaða í armin, meðan hann var til fiskiskap við garnaskipi undir Føroyum.

Fyri einari viku síðan fekk 19 ára gamli Kjartan Lamhauge ein stóran skaða í armin, meðan hann var til fiskiskap við garnaskipi undir Føroyum. Hendingin fór fram, meðan teir stóðu og gjørdi reint. Meðan Kjartan stendur við borðið, kemur armurin niður í ein kveyl, har endin gongur um spælið.

 

- Tá eg varnaðist, at eg var drigin eftir arminum móti spælinum, eydnaðist mær í ferðini at trýsta á neyðstopp knøttin.

 

Kjartan Lamhauge sigur, at hóast armurin gjørdist fastur og skrædnaði illa, hevði nógv verri verið vorðið, um tað ikki hevði eydnast honum at trýsta á neyðstopp.

 

- Tá hevði armurin helst verið slitin úr mær, leggur hann aftrat.

 

Hóast harðligu viðferðina, svímaði Kjartan ongantíð. Teir høvdu einar 4-6 tímar til lands, og meðan teir sigldu, lá hann á beinkinum í messuni.

 

- Tað var ein øgilig pína, og eg fekk bara nakrar fáar panodil at linna pínuna við. Skiparin hevði tosað við lækna, og eftir tilmæli frá læknanum løgdu teir ein ísposa á armin.

 

Hann sigur, at teir høvdu ísposan á í einar 20 minuttir í senn, og tóku hann so avaftur. Hetta var fyri, at armurin ikki skuldi hovna so nógv.

 

- Seinni havi eg skilt, at hetta hevði stóran týdning fyri víðari viðgerðina á sjúkrahúsinum.

 

Kjartan sigur, at tá teir komu á Fuglafjørð, stóð sjúkrabilurin fyri teimum.

 

- Tað er serliga yvirarmurin, sum hevur fingið skaða. Tríggjar spengur í arminum eru slitnaðar, og annað beinið í arminum er brotið.

 

Hann sigur, at stóri skururin í undirarminum er gjørdur av læknunum fyri at fáa húð til yvirarmin, soleiðis at allur armurin kann gerast heilur aftur.

 

Kjartan vónar, at hann sleppur heim aftur av Landssjúkrahúsinum um nakrar dagar, tá armurin ikki er so hovin meira og kann seymast saman aftur. Hann er takksamur fyri, at fólk allan vegin ígjøgnum hava dugað tað, tey skulu fyri at hjálpa honum.

 

- Eg eri glaður fyri, at tey handlaðu rætt. Eg havi fingið alla ta hjálp, eg havi havt brúk fyri. Hóast sjúkrasystrarnar her á deildini hava nógv um at vera, eru tær altíð smílandi og í góðum lag og eru mær til hjálpar, tá eg havi brúk fyri teimum, sigur 19 ára gamli, Kjartan Lamhauge.